kalimah.top
a b c d e f g h i j k l m n o p q r s t u v w x y z 0 1 2 3 4 5 6 7 8 9 #

týr – vælkomnir føroyingar كلمات اغاني

Loading...

vælkomnir føroyingar her í vási
eg meini vit eru mergjaðir enn
um mong ein hurð enn stendur í lási
vit roynast tó enn menskir menn

av látri ikki útskolaðir
enn eru vit ikki volaðir
av látri ikki útskolaðir
enn eru vit ikki volaðir

enn eru knotur í føroysk_m kongum
tað kennist vit hvørt lógvatak
enn eiga vit sess á summum rongum
enn stíga vit fram um hurðarbak

enn torga broddi vit ímót’
enn lívir gamalt føroyskt grót
enn torga broddi vit ímót’
enn lívir gamalt føroyskt grót

um gamal runnur á føroya vølli
enn slitið hevur í túsund ár
og illa trevsaður er av elli
og ber so stór og greflig sár

so er tó haldgóð enn hvør spong
enn fara vit ikki undir kong
so er tó haldgóð enn hvør spong
enn fara vit ikki undir kong
kom sessist tí við gleði og gaman
um vertskapsborð á hesi ferð
til skemtunar enn vit hittast saman
sum gamal landasiður er

væl unnast vit við kæti kátt
tí eitrandi er sprekið gott
væl unnast vit við kæti kátt
tí eitrandi er sprekið gott

og tá til hallar heim vit vеnda
hvør heldur leið at síni vrá
og henda vеitslan er komin at enda
lat gamlar sinar roynast svá

at verk_m várum komandi
verður gleðilyndið fylgjandi
at verk_m várum komandi
verður gleðilyndið fylgjandi

كلمات أغنية عشوائية

اهم الاغاني لهذا الاسبوع

Loading...