tyr – fípan fagra كلمات اغاني
skalli undir fjalli býr
garpar til hann ríða:
tað var honum til eydnu lagað
hann átti dóttur fríða
hátrummar í høll hermenn ríða fram
jómfrú leikar í lundum við tann edil mann
eirikur gongur frá strondum niðan
ein við ongar sveinar
hann sær frúgv við akur sita
talar við hana eina
hátrummar í høll hermenn ríða fram
jómfrú leikar í lundum við tann edil mann
tað var mær til eydnu lagað
eg skuldi akur goyma
siti eg úti árla og síðla
eg kann ikki vánir gloyma.”
hátrummar í høll hermenn ríða fram
jómfrú leikar í lundum við tann edil mann
eg vil teg við sømdir fá
ást og góðan vilja
føra teg so til hallar heim
og teg frá vánum skilja.”
risin gongur frá strondum niðan
ein við ongar sveinar
hann sær frúgv við akur sita
talar við hana eina
hátrummar í høll hermenn ríða fram
jómfrú leikar í lundum við tann edil mann
kjaftur hans er ógviligur
nasarnar tær eru langar
so eru hansara kjálkabein
sum fjórðung var at ganga
hátrummar í høll hermenn ríða fram
jómfrú leikar í lundum við tann edil mann
tá ið tú kemur í trongan skógv
tú hav væl onnur klæði
rív upp á teg bjørkuvið
tað javnt við jørðina dragi!”
hátrummar í høll hermenn ríða fram
jómfrú leikar í lundum við tann edil mann
navn hevur tú av neyðum fingið
so tíni klæði skorin
tað er ikki á tínari ævi
tú hevur tað tílíkt borið!”
hátrummar í høll hermenn ríða fram
jómfrú leikar í lundum við tann edil mann
كلمات أغنية عشوائية
- смоки мо smoky mo › смоки мо (smoky mo) – семейный бизнес (family business) كلمات اغاني
- phil whittenham › phil whittenham – brass in my pocket كلمات اغاني
- patti austin › patti austin – change your attitude كلمات اغاني
- tinsley ellis › tinsley ellis – givin’ you up كلمات اغاني
- vosai riell › vosai & riell – get my way كلمات اغاني
- forever young › forever young – yung & reckless كلمات اغاني
- splifferoni › splifferoni – uwillneverunderstand كلمات اغاني
- filipek › filipek – stupid love كلمات اغاني
- silexbeatmaker › silexbeatmaker – j’ai le flow كلمات اغاني
- danergy › danergy – tanzverbot كلمات اغاني