kalimah.top
a b c d e f g h i j k l m n o p q r s t u v w x y z 0 1 2 3 4 5 6 7 8 9 #

harkaliðið – alment starv كلمات اغاني

Loading...

eg havi fingið alment starv
uttan dikkedar og darv
uttan fjas og fjant og váttanir og prógv
hartil fekk eg alt í senn
fram um tíggju aðrar menn:
arbeið, tyrgging, pensjón, pengagullið nógv

alment starv, uttan darv
tað er ikki hvør sum helst, ið fær slíkt starv
alment starv, uttan darv
tað er ikki hvør sum helst, ið fær slíkt starv

tíggju sótu teir á rað
allir væntaðu sær tað
allir høvdu lært og slitið seg til sítt
eg sat stillur sum eitt skrín
besti trumfurin var mín:
eg var umvendur og føddur til alt mítt
:/: rætta trúgv _ og feðgaband
røkka líka inn í høga almansland:/:

fyrsti, annar, triði, fjóðri
endaðu í sama flóri
fimti, sætti, sjeyndi, hinir líka so
níggju fekk tó harðan dyst
tí hann var vist ein sjalist
men hann manglaði ein vong til alment flog
vera sjalist er oftast nokk
tað er gott at hava valt rætta flokk
men viðhvørt krevst tó meir
tá ið brøður berjast um breyðið, tá krevst meir
har var hegni, har var vit
har var dugur, har var slit
men hvat nyttaði tað móti tí hjá mær?
lat bert hinar hava knokk
eg hevði babba, tað var nokk
tað til alment starv í gullstól inn meg bar
:/: songur eg _ og sjalist
tá er starvið trygt og sikkurt, tað er vist:/:

hinir stríða, streva, sjabba
einans eg átti rættan babba
sum nóg høgur var at tryggja mær jobb
hvat er hegni, vit, tá vert
tá ið babba telur mest
á tí vektini, sum vigar almenn størv?
faðir vár, babba mín
komi ríki títt og verði vilji tín
alment starv fer tá í arv
til sonin uttan dikkedar og darv

كلمات أغنية عشوائية

اهم الاغاني لهذا الاسبوع

Loading...