kalimah.top
a b c d e f g h i j k l m n o p q r s t u v w x y z 0 1 2 3 4 5 6 7 8 9 #

harkaliðið – á mønu hjalsins كلمات اغاني

Loading...

á mønu hjalsins stari
í morgun kaldur sat
í heglingsæli hvøs _ sum;
mør tókti, at hann græt

og kavarokið versnar
alt út ímóti nón
og neyðar starin visti
sær ogna lívsins vón

men tá tað móti kvøldi
brádliga lýsti í
og sólin fór at síggja
so blonk og mild og blíð

tá fleyg í loft upp starin
og sang eitt f_gurt ljóð
tá birtist vónin aftur
í barmi, ljós og góð

tann vón um vár og summar
og eydnuríka tíð
um reiður, maka, ungar
um lív og leik í líð

tí starin er so voðin
at vónin er hans alt;
tað stund, hon hvørvur burtur
er lívið stirt og kalt

كلمات أغنية عشوائية

اهم الاغاني لهذا الاسبوع

Loading...