kalimah.top
a b c d e f g h i j k l m n o p q r s t u v w x y z 0 1 2 3 4 5 6 7 8 9 #

hamferð – hon syndrast كلمات اغاني

Loading...

“knús hendan klettin”
ein bøn sum skot upp í ský
tað loypir fyri oman
svíður fyri niðan
látur lokkar og stirðir
slær eftirljóð um vøll
ørligir skuggar sveima
høgga flísar av vitskustólpa
tess syrgna leivd eitt gnaga bein
eitt tekin um hvat einaferð var

týnd er ilskan
og skríggjandi óttin etur líkið
í vøkstri nærum spreingir út í geyl
rætt fram ressast klettur hóttandi
hátt reisast úr skorpu hallir steyrar
svangir við línhvítum holdi í væntu
varliga berist tú fram

gátukraft ósædd

skjót títt fjøtursbrá
lat ei iljar teg loysa kletti frá
stóðu av varrum mínum eiðir
teir í neyðini vilja ei ásanna mítt fall

glotti á grótodd
kroppur, sveiptur í alduplaggi
lívleyst dettur út í tóman heim

brot, slintrur og álir
hvirla í reyðum gosi

fryst títt fjøtursbrá
mundu iljar teg loysa kletti frá
hátt av varrum mínum eiðir
teir í neyðini vilja ei ásanna títt fall

كلمات أغنية عشوائية

اهم الاغاني لهذا الاسبوع

Loading...