
regin dahl - pætur á brekku كلمات أغنية
pætur á brekku var vinmaður mín
hann bannaði illa og drakk sum eitt svín
og prestur hann deildi _ missiónsmaður bað
men pætur hann legði einki petti í tað
“eg skal svara fyri meg”, segði pætur
“vit etast av møðk_m _ og vit verða ræ _
og okk_m fjalir einaferð hitt skurvuta flag. _
og tá vit eru farin, tá vita vit tað
tá er tøgn bæði dagar og nætur.”
pætur var ikki, sum fólk eru flest _
at baksast á bunka, tað fall honum best
og tá hann stóð og stýrdi, meðan stormurin hvein
kom up ímóti hesum manni ikki maður ein
“eg eri, sum eg eri”, segdi pætur
skútan rann um streingjarnar tein eftir tein
meðan skýfjaldur mánin yvir sjógvarnar skein
“nú koma tit at kyssa míni frostbitnu bein _
eftir meg er tað eingin, ið grætur.”
pætur á brekku hann hataði sprund, _
men vinmaður var hann við kettu og hund
hann var bítskur í orðum, men góður í grund
og blíðkaðist altíð aftur um stund
“eg gifti meg aldri”, sеgði pætur
“konurnar deila og meyla og knarra
bjarga meg úr slík_m standi, biði еg várharra
nei, heldur einsamallur hoyra gjósturin tvarra
gifting voldir svøvnleysar nætur.”
eina ódnarnátt á hundavakt heilt uppi við kapp norð
í ýlandi brotum sló pætur fyri borð
sín oljuklædda arm móti himni rætti hann
meðan brotini sungu, og illýsið brann
har fann hann bana sín, pætur:
síðsta steyp var drukkið, hin síðsta pípan roykt;
og tí er hvørt enni at bunkanum boygt
og segl eru strikað, og flaggið er lágt. _
hin gamli situr afturi og grætur
كلمات أغنية عشوائية
- peter thelenius - a prayer for the dying كلمات أغنية
- wallice - deadbeat كلمات أغنية
- cottontailva - hotter than hentai كلمات أغنية
- dirtyspark - daggers كلمات أغنية
- tricky jones - butt ass naked كلمات أغنية
- ouais g2 - jack herer كلمات أغنية
- alma & french montana - phases (acoustic version) كلمات أغنية
- jacob collier - bridge over troubled water (live at the greek theatre) كلمات أغنية
- erasad - пистолет ( gun ) كلمات أغنية
- raise jericho - nothing more nothing less كلمات أغنية