kalimah.top
a b c d e f g h i j k l m n o p q r s t u v w x y z 0 1 2 3 4 5 6 7 8 9 #

harkaliðið - jens martin kvøður كلمات الأغنية

Loading...

eg átti mær eina húgvu, tøvd var hon í tóva
abraham, kaj leo, torkil og kurt hana úr vatni drógu

har komu allir sjálvstýrismenn, hvør við sínum spegli
har komu debesa loysingarmenn, allir við hamar og segli
har kom atli patursson við høkju og við pentu
har kom jóngerð úr púrkhúsi, hon hevði gloymt eina mentu
har kom jógvan løgmansfegin, so tungliga mundi hann suffa
átti eg bara húgvu tína slapp eg á fund við uffa

asbjørn eitt lyfti um boblubað í sýruløgi mær sendi
finnbogi beyð mær krakkin tann, sum karin eftir honum brendi

lassi beyð mær tyrlu sína, stýrda av karolinu
óli nýggju nekarabørn, sum eg kundi sleppa at nina

signar beyð mær tað navnalóg í ruskspann tveitt mundi vera
spanski pauli tað blørðuna jógvan ingvard hevði punkterað

torbjørn segði mítt waterloo, tað verður hin unga og pena
fái eg ikki húgvu tína, meg kollsiglur santa helena

edmund segði eg bíði til lisbeth meg lærur hvar stendur skápið
tordur sendi ein pakka retur við einum gomlum skrápi

eg átti mær eina húgvu
tøvd var hon í tóva
abram, kaj leo, torkil og kurt hana úr vatni drógu
hvar er ikki húgva mín, hon situr á mínum hári
vita skal hvør lukkuprinsur at hana bar eingin dári

كلمات أغنية عشوائية

كلمات الأغاني الشهيرة

Loading...