kalimah.top
a b c d e f g h i j k l m n o p q r s t u v w x y z 0 1 2 3 4 5 6 7 8 9 #

annika hoydal - kroppur / min krop كلمات أغنية

Loading...

við alt ov breiðum herðum
og hvøssum vakstralag
við lodnum limum sum eitt pyntað ræ
eg líktist hulduverum
og annað gandaslag
til tínar hendur fingu alt í lag

[chorus]
nú kemur ljósið upp
úr botni og í topp
lekur, rekur um mín váta kropp

við alt ov spísk_m tonnum
við roslu fyri húð
og høvd har bara ivi hevur bú
tað øraði av sonnum
at onkur fann meg nú
og tað av øllum skuldi vera tú

[chorus]
nú kemur ljósið upp
úr botni og í topp
lekur, rekur um mín váta kropp

eg vildi ganga sundur
og fara heilt í knús
til rødd tín bar meg inn í ljósan rús
tá var tað sum eitt undur
við eitt at vera fús
at koma hein úr fjøllum og til hús
[chorus]
nú kemur ljósið upp
úr botni og í topp
lekur, rekur um mín váta kropp

hygg fram við opnum strondum;
ein loði er í nánd
og sveittin skyggir sum ein droparond
ein drottur loyst úr bondum
eitt ljós ímillum long
tínar hendur røkka strond úr strond

[chorus]
nú kemur ljósið upp
úr botni og í topp
lekur, rekur um mín váta kropp

كلمات أغنية عشوائية

كلمات الأغنية الشائعة حالياً

Loading...