kalimah.top
a b c d e f g h i j k l m n o p q r s t u v w x y z 0 1 2 3 4 5 6 7 8 9 #

æðrasoppar - kolasalat كلمات الأغنية

Loading...

eg fari at byggja eina standmynd av mær sjálvum
og stilla hana á vaglið framman fyri løgtingið
í hondini skal eg halda í einum dukandi hjarta
sum er svart og hart og skrykt úr einum tjaldri

eg skal vera nakin og sterkur og hava bringuskegg
og bera allar undirsjóvartunlarnar á rygginum
tyggja tyggigumm og svinga dintilin í interludes
ið samsvara við klokkuna í havnar kirkju

tá myrkrið leggur seg lýsa mínir leggir upp
við led ljósum sum skifta lit við avgerðirnar í tinginum
teir lýsa reytt og grønt tá sosialisman sigrar
og fólkið fær ein fyrimun av umboðandi demokratinum

teir lýsa blátt og svart tá reiðarin hevur langar fingrar inn í salin
og lobbyisman ger tann mismun
at hon tekur yvirskotið í reyvalumman
sum fer út í hinum endanum í gullklæddar vesik_mmur

klokkan er fimm alt samdøgrið í øllum heiminum
í lima, new york og berliiiiiiin
myrkrið hevur lagt seg og tað er komið fyri at vera
øll leggja seg uppgevandi í sofuna liiiiin

eg fari at byggja eina standmynd av mær sjálvum við einum knívi
sum skrálar fokk tеg, fokk rapp og fokk lívið
endiliga stilli eg meg upp og sigi stopp fyri regеringina sum stendur og koyrir ketur á mín kropp
sum mister t sjálvt um eg ikki slapp á a_liðið eg sigi fokk systemið og sniffi kemikalii
eg havi verið í meira bardagum enn javier tí tey vilja hava mítt juice so meini ikki við svali
eg flyti bara til bali eg orki ikki føroyar meira
“er hatta marius dc?” eg hoyri tað í hvørjum oyrað
kann man ikki vera rappari uttan uppmerksomheit og fólk sum vilja battle’a og siga at mín mamma er feit
sig mær tað ha, sh_t tað gevur onga meining, eg fari mín egna veg, fokk tína leiðbeining
við einum fóti í grøvini og steinum í mínum hondum, fokki tykk_m upp áðrenn eg flyti yvir til london
klokkan er fimm alt samdøgrið í øllum heiminum
í lima, new york og berliiiiiiin
myrkrið hevur lagt seg og tað er komið fyri at vera
øll leggja seg uppgevandi í sofuna liiiiin

gud í himmiríki situr, nei hann sigur noy, eg eri ein sh_tboy
f_ckboy, femboy, soyboy, tomboy, cowboy, bongboy, boydoy
badamb_tch í klaksvík
joe sh_t ein bjørn úr søldafirði
suffar kelduna til lívið
hon er á botninum
við fýra hvítum riddarum
biseksuellum veganarum
eg fokking niðurbróti standmyndir
øll idolir, skabilónir, konstruktiónir, konklutiónir, eg havi visiónir
um ein thick ass kong sum rættir restini av verðini sína longutong
slamma bong

klokkan er fimm alt samdøgrið í øllum heiminum
í lima, new york og berliiiiiiin
myrkrið hevur lagt seg og tað er komið fyri at vera
øll leggja seg uppgevandi í sofuna liiiiin

كلمات أغنية عشوائية

كلمات الأغاني الشهيرة

Loading...